Þar sem Evrópukeppnin er hafin mun ég vekja athygli lesenda á umfjöllun færeyskra vefmiðla um keppnina. Hér er það sem Föroyski Portalurin (portal.fo) skrifar um upphafsleik mótsins:
07. jun 2008, 18:46
Kekkia oyðilegði veitsluna hjá Sveis
Mynd: Alexander Frei fór grátandi av vøllinum
Vertsliðið hevði uppiborið betur
Setunnardysturin millum Sveis og Kekkia á Sankt Jakobs Leikvøllinum í Basel endaði við 1-0 sigri til Kekkia. Málið fall aftaná 5 korter, tá tann innskifti Vaclav Sverkos stýrdi uttan um sveisisku rangstøðufelluna, rann seg frían og stýrdi bóltin elegant í málið. Fyrsta landsliðsmálið hjá Sverkos, og fyrsta málið í EM-endaspælinum var veruleiki. Úrslitið kann ikki sigast at verða rættvíst, tí Sveis hevði nóg mikið av møguleikum til at vinna dystin, størsti málmøguleikin fall tá Johan Vonlanthen rakti yvirleggjaran. Beint áðrenn meintu sveisarar, at teir áttu brotsspark tá verjuleikarin Tomás Ujfalusi rakti bóltin við hondini inni í egnum brotsteigi. Hakan Yakin hevði eisini ein stóran málmøguleika, sum fór beint við síðunnar av málinum hjá Petr Cech. Í fyrra hálvleiki hevði Alexander Frei nakrar góðar møguleikar, men tíverri fyri vertstjóðina, so mátti Frei fara grátandi av vøllinum við einum knæskaða, og er tað ógvuliga sannlíkt, at hann verður ikki aftur at síggja á vøllinum hesaferð. Frei er liðskipari, og søguligur toppskjútti hjá Sveis við 35 málum, og tí kemur hetta ógvuliga dátt við.

Engin ummæli:
Skrifa ummæli