mánudagur, 9. júní 2008

,,Holland vann ein knúsandi sigur á Italia!"

Að sjálfsögðu hélt ég með nýlegum gestgjöfum mínum Hollendingum í kvöld. Og þeir voru frábærir! Vonandi að þeir fari alla leið. Víst er að nú er kátt á Leidseplein, Damtorginu og í Rauða hverfinu. Skálað í Heineken og reyktar sigurjónur um alla Amsterdam og eiginlega synd að vera þar ekki núna.

En svona sögðu vinir mínir á færeyska Sportalinum frá sigri lærisveina Van Bastens í kvöld:

Trýst á myndina fyri fulla stødd09. jun 2008, 21:35
Heimsmeistararnir fingu bank
Mynd: Ruud van Nistelrooy hevur júst lagt Holland á odda

Holland vann ein knúsandi 3-0 sigur á Italia, sum ikki líktist nøkrum heimsmeistara

Talan var um ein av teimum heilt góðu fótbóltsdystunum í EM-endaspælinum higartil, tá Holland vann ein knúsandi sigur á heimsmeistarunum. 
Hóast tølini tala sítt týðiliga mál um, at Holland var betra liðið, so munnu italiumenn helst vera við, at teir ikki høvdu teir so væl kendu marginalarnar við sær. 
Soleiðis stóð Nistelrooy fleiri metrar rangstaddur, tá hann skoraði fyrsta málið. Við næsta málið bjargaði van Bronckhorst á strikuni, áðrenn hann var snúningspunktið í framúr vøkrum kontraálopi, og beint undan triðja hollendska málinum hevði Pirlo sent frísparksroynd á stólpan. 
Men millum málini prógvaði Holland tó eisini, at teir eiga framúr fótbóltsúrmælingar. Teir vóru hvassari og meira ágangandi enn Italia, sum við ósigrinum fekk dyggasta lúsingin í fleiri ár. 
Holland tykist hinvegin stevna beint móti fjórðingsfinalunum.

(www.sportal.fo)

 

Engin ummæli: